Uttanlands

Amnesty: Vit harmast um hetta

Í frágreiðing herfyri staðfesti felagsskapurin, at ukrainski herurin hevur sett sivilfólk í óneyðugan vanda, og hetta fall ikki í góða jørð hjá m.a. ukrainska forsetanum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-08 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur seg harmast um, at nýggja frágreiðing teirra hevur elvt til "sorg og vreiði" í Ukraina.

Hósdagin varð ukrainski herurin í frágreiðingini lagdur undir at seta sivilfólk í óneyðugan vanda, og hesum finst m.a. ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj at.

– Um onkur ger eina frágreiðing, har offrið og áleyparin verða javnsett á onkran hátt, kann tað ikki góðtakast, sigur hann.

Í telduposti til tíðindastovuna Reuters sigur Amnesty, at hóast tey standa við tað, sum tey hava sagt í frágreiðingini, harmast tey kortini um, at tað hevur skapt sorg og vreiði í Ukraina.

– Amnesty International hevur sum hægstu raðfesting í hesum stríðnum og øðrum stríðum, at sivilfólk verða vard. Tað var eisini einasta endamálið við at almannakunngera úrslitið av kanningum okkara, sigur felagsskapurin sambært Ritzau.

Les eisini: Zelenskyj finst hvassliga at Amnesty


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder