placeholder
Mentan

Andalig løg eftir Leiv Guttesen út í bók

Í bókini eru eisni lýsingar av Leivi Guttesen sum menniskja og tónleikara

2020-12-08 10:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 28. november kom út bóklingur við 48 løgum eftir Leiv Guttesen. Leivur Guttesen livdi frá 1929 til 1997, var havnarmaður og sonur Jens Christian (Kisan) og Johonnu Guttesen.

Hann var íðin og dugnaligur tónleikari og sangari. Hann skrivaði eisini løg og legði tey til rættis fyri kór og fylgispæl. Tað eru hesi løg, sum verða sýnd fram í bóklinginum “Leivur Guttesen, 48 løg til andaligar sangir”.

Í bókini eru lýsingar eftir Jóhan Vang, Árna av Reyni og Poul Færø av Leivi Guttesen sum menniskja og tónleikara, og bóklingurin er prýddur við 17 myndum, sum á sín hátt lýsa menniskjaliga og tónleikaliga umhvørvið, sum Leivur vaks upp í og tók lut í.

Forlagið Nótar við Zachariasi Sørensen gevur bóklingin út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder