Uttanlands

Andevnisviðgerð hjá AstraZeneca vísir góð úrslit

Í kanningunum varð staðfest, at vandin fyri álvarsamari sjúku ella andlát við koronu minkaði 67 prosent, og hevur fyritøkan nú søkt um skundgóðkenning til nýggja heilivágin í USA

AstraZeneca hevur eisini framleitt eitt koppingarevni móti koronu, sum tó er tikið úr koppsetingarætlanini í fleiri londum orsakað av álvarsomum hjáárin (Savnsmynd)

AstraZeneca hevur eisini framleitt eitt koppingarevni móti koronu, sum tó er tikið úr koppsetingarætlanini í fleiri londum orsakað av álvarsomum hjáárin (Savnsmynd)

2021-10-11 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilivágsfyritøkan AstraZeneca hevur ment ein nýggjan heilivág móti koronu, sum livir upp til øll krøv um fyribyrging og viðgerð av álvarsamari sjúku ella andláti við koronu. Tað er greitt eftir, at triðja og síðsta kanningin er gjørd, sigur fyritøkan.

Heilivágurin, sum eitur AZD7442 er ein andevnisviðgerð, sum m.a. er ætlað persónum, sum ikki sjálvi menna nóg mikið av andevni eftir koppseting.

– Eitt skot við okkara andevni kann minka munandi um menningina av álvarsamari sjúku og gevur framahaldandi verju í yvir seks mánaðir, sigur Mene Pangalos, varaforseti á biomedisinsku deildini hjá AstraZeneca.

Í kanningunum varð staðfest, at vandin fyri álvarsamari sjúku ella andlát minkaði 67 prosent millum tey, sum høvdu fingið heilivágin, í mun til tey, sum høvdu fingið plaseboheilivág, skrivar Ritzau.

AstraZeneca hevur søkt um skundgóðkenning av heiliváginum hjá amerikonsku heilsumyndugleikunum. Komandi tíðini fer fyritøkan eisini at samskifta við myndugleikar í øðrum londum um brúk av heiliváginum.

Amerikanska heilivágsstýrið, FDA hevur áður góðkent tvey ymisk sløg av andevnisviðgerð frá fyritøkuni Eli Lilly.

AstraZeneca hevur eisini fyrr fingið góðkent eitt koppingarevni móti koronu, men orsakað av álvarsomum hjáárin, varð koppingarevnið tikið úr koppsetingarætlanini í fleiri londum, harímullum Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder