Fyrr í vikuni varð Andras Nybo heiraður á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, av tí hann hevur starvast í kommununi í heili 25 ár.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.
Andras er arbeiðsformaður hjá veitingareindini. Hann verður lýstur sum ein, ið er sera arbeiðssamur og nærlagdur, og eru tey í kommuni sera takksom fyri Andras sum arbeiðsfelaga.
- Andras Nybo byrjaði hjá Hósvíkar kommunu í 1999 og helt fram í Sunda kommunu tá ið kommunurnar løgdu saman í 2005. Vit ynskja Andrasi hjartaliga tillukku og takka fyri gott samstarv.
(Mynd: sunda.fo)
Heiðursløta var fyri Andrasi Nybo mánadagin (Myndir: sunda.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald