Innanlands

Andrass Midjord fekk ársins herðaklapp

Ársins herðaklapp 2019 fær Andrass Midjord í Hvalvík, fyri sítt ótroyttiliga sjálvbodna arbeiði, at fáa umvælt gamla skúla í Hvalvík

2019-09-13 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunda.fo: Á setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Andrass Midjord fekk heiðurin "ársins herðaklapp 2019" frá Sunda kommunu.

Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini. Grundgevingin fyri at geva Andrassi Midjord heiðurin ljóðaði soleiðis:

"Ársins herðaklapp 2019 fær Andrass Midjord í Hvalvík, fyri sítt ótroyttiliga sjálvbodna arbeiði, at fáa umvælt gamla skúla í Hvalvík."

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 kr. og gáva úr føroyskum gróti, sum myndar gamla skúlan í Hvalvík.

Eitt tiltak er í gamla skúla í Hvalvík á mentanardøgunum. Talan er um framsýning og hugleiðing um lærarar og skúlaskap í Hvalvík frá 1872, sum Sjúrður Ferjá skipar fyri. Hugleiðingin er týsdagin 17. september kl. 19 og framsýningin er eisini opin mikudag og hósdag frá kl. 19. Les meira um skránna fyri mentanardagarnar her.

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:

2011 Esmar Dahl
2012 Asfinn Sigvardsen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2014 Johannes Johannesen
2015 Nicolina av Kamarinum
2016 Hósvíkar róðrarfelag
2017 Leguhúsið í Nesvík
2018 Edmund Joensen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder