Innanlands

Andrea á Dul Poulsen nýggjur serlækni á Eygnadeildini

Hon kemur úr starvi sum deildarlækni á Eygnadeildini á Aalborg Universitetssjúkrahúsi

2021-12-03 20:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landssjúkrahúsið: Nýggjur serlækni í eygnasjúkum er settur í starv á Landssjúkrahúsinum. Andrea á Dul Poulsen verður fjórði serlæknin á Eygnadeildini.

Tað leggjast alt fleiri serlæknar til í Sjúkrahúsverkinum og um ársskiftið byrjar Andrea sum yvirlækni í oftalmologi, í vanligari talu kent sum eygnasjúkur. Andrea kemur úr einum starvi sum deildarlækni á Eygnadeildini á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.

Hetta er ein raðfesting úr serstøku serlæknapuljuni hjá landsstýrismanninum í heilsumálum.

Nýggi serlæknin er kend á Landssjúkrahúsinum, her hon hevur verið bæði sum KBU-lækni og í introstarvi. Andrea greiðir frá, at tað var, tá hon var í introstarvi á Eygnadeildini, at hon veruliga fekk áhuga fyri eygnasjúkum, tí á Eygnadeildini fekk hon nógvar spennandi fakligar avbjóðingar og góða sparring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder