Danski astronauturin Andreas Mogensen skal út aftur í rúmdina. Tað er nú avgjørt, at hann verður við á einum túri út til altjóða ISS rúmdarstøðina í juli mánaði næsta ár ella í 2024, skrivar Danmarks Radio.
Tíðindini vórðu avdúkað á eini rúmdarráðstevnu, sum í dag verður hildin á DTU, Danmarks Tekniske Universitet, í Lyngby.
Hetta verður onnur ferðin hjá Andreas Mogensen út í rúmdini. Í 2015 gjørdist hann fyrsti danin uttan fyri jarðaratmosferuna, tá hann var í knappar 10 dagar úti á ISS rúmdarstøðini.
Nú skal hann á eina longri ferð, sum fer at taka eitt hálvt ár.
- Tað er risastórt, at Andreas nú skal avstað aftur. Tað er ein viðurkenning av, at tað, hann gjørdi seinast, er væl gjørt, sigur Michael Linden-Vørnle, astrofysikari og leiðandi ráðgevi hjá DTU Space við dr.dk.
Andreas Mogensen verður skipari á ferðini, ið verður við einum Crew Dragon-rúmdarfari hjá SpaceX rúmdarfyritøkuni hjá Elon Musk.
- Tað er stórt, at tað er ein evropeiskur astronautur, sum sleppur at vera skipari á einum amerikanskum rúmdarfari. Tað er bæði ein viðurkenning av Andreas og ein viðurkenning av eftopeiskum astronautum undir ESA, sigur Michael Linden-Vørnle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald