Danski rúmdarferðamaðurin, Andreas Mogensen, kemur til Føroyar at vitja 22. september.
Á ferðini vil hann sera fegin hitta ungdómar og kunna um rúmdina og slóða fyri einari møguligari rúmdarvinnu her á landi.
Fyrsta tiltakið verður i Løkshøll í Runavík 23. september, og dagin eftir, 24. september verður tað úti á Glasum.
Eisini luttekur føroyski mars serfrøðingurin David Arge Klevang, og hann fer at bera fram nýggjastu tíðindini av mars.
Á Glasi fer Andreas Mogensen at handa Tjóðsavninum merkið, sum hann hevur havt við sær í rúmdini og seinnapartin tekur Elisa Heinesen ímóti slipsinum hjá abbanum í Williams Húsi. Slipsið hevur sum kunnugt eisini verður á rúmdarferð.
Tað eru Johan Mortensen og David Arge Klevang, sum skipa fyri ferðini hjá Andreas Mogensen í Føroyum.
47 ára gamli Andreas Mogensen kom í mars aftur á jørðina eftir at hava búleikast úti úti á altjóða ISS rúmdarstøðini í sjey mánaðir. Andreas Mogensen var skipari á ferðini, sum gekk fyri seg í einum Dragon rúmdarfarið, ið varð skotið út á eini SpaceX Crew-7 rakett. Hetta var fyrstu ferð, at ein ikki-amerikanskur ríkisborgari var skipari á eini mannaðari amerikanskari rúmdarferð.
Hetta var onnur ferðin hjá Andreas Mogensen úti á ISS rúmdarstøðini. Hann vitjaði eisini har í 2015 tá hann varð skotin út við eini russiskari Sojuz-rakett. Tann ferðin tók einans 10 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald