Heimskendi rúmdarfararin, Andreas Mogensen, er í hesum døgum í Grønlandi har hann greiðir frá rúmdarferð sínari og hevur framløgur hvussu Grønland og vinnulívið har kann fáa gagn av rúmdarvinnuni.
Hann var stórliga fagnaður, ikki minst tá hann handaði grønlendska flaggið, sum hann hevði við sær úti í rúmdini, til stjóran á grønlendska tjóðsavninum, Daniel Thorleifsen.
Andreas Mogensen kemur til Føroyar á vitjan 23. september, og her fer hann at handa Merkið, sum hann hevði við sær í rumdini til okkara Tjóðsavn, og hann fer at handa slipsið hjá William Heinesen aftur til Heinesen familjuna. Harafturat fer Andreas Mogensen at halda fyrilestrar á Føroya Tele og Glasir og heilsa upp á m.a., Landsstýri og Tórshavnar býráð, upplýsir Johan Mortensen, sum er millum stigtakararnar av vitjanini.
Andreas Mogensen við teimum trimum fløggunum í ríkisfelagsskapinum í bakgrundini umborð á altjóða rúmdarstøðini (Savnsmynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald