Andrew prinsur av Onglandi tók í gjár avgerð um at siga allar almennar uppgávur frá sær í óásetta tíð.
Hetta hendir eftir eina sera nógv umrødda samrøðu, hann gav BBC, har hann royndi at greiða frá sínum viðurskiftum við amerikanska ríkmannin, Jeffrey Epstein, sum varð dømdur 13 mánaðir í fongsul fyri skøkjuhald.
- Seinastu dagarnir hava víst, at míni viðurskifti við Jeffrey Epstein eru vorðin ein byrða fyri familjuna, stóð millum annað at lesa í útsøgnini frá enska hóvinum. Samstundis vísir hann sín samhuga fyri offrunum.
- Sjálvandi eri eg til reiðar at hjálpa til við uppkláringararbeiðinum, um tað er neyðugt, stendur eisini í fráboðanini.
Í samrøðuni við BBC vísti Andrew prinsur annars ongan samhuga fyri teimum, sum vórðu rakt av virkseminum hjá Epstein, og hann vísti ongan áhuga fyri at vísa sína samkenslu, hóast hann hevði møguleikan til tað.
Tað er ógvuliga sjáldsamt, at ein limur í bretska kongshúsinum tekur seg soleiðis aftur frá almenninginum.
Prinsurin verður settur í samband við eitt af offrunum hjá Epstein, Virginia Roberts, sum í 2015 greiddi frá, at hon fleiri ferðir varð tvingað til at hava kynsliga samveru við prinsin.
Hesum sýtti Andrew prinsur fyri fleiri ferðir undir samrøðuni við BBC.
Fyrstu ferð skuldi vera á einum túri í London, tá Roberts bert var 17 ára gomul. Seinnu ferðirnar skuldu vera undir veitslum – orgium – hjá Epstein, har nógvur ólevnaður fór fram.
Milliardingurin Jeffrey Epstein játtaði seg sekan í skøkjulevnaði í 2008. Í august mánaði í ár framdi hann sjálvmorð í fongsulskliva sínum, har hann sat og bíðaði eftir einum rættarmáli. Hann var ákærdur fyri menniskjahandil og valdsgerðir móti fleiri ómyndigum gentum. Epstein kundi vænta eina revsing upp móti 45 árum.
Eftir samrøðuna á BBC er komið fram, at fleiri fyritøkur hava tikið sín stuðul aftur í sambandi við byggimál og vælgerandi ætlanir, sum prinsurin stendur fyri.
Næmingar á universitetinum í Huddersfield hava eisini boðað BBC frá, at tey nú arbeiða við at fáa sett prinsin frá sum heiðursrektara á universitetinum. Í dag frættist, at prinsurin eisini hevur sagt ta uppgávuna frá sær.
Herundir sæst nógv umrødda samrøðan á BBC:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald