Mentan

Andrias Gærdum spælir Bach og Mendelsohn

Matiné leygardagin við nøkrum av verkunum hann hevur spælt til próvtøkur í urguspæli

2018-11-14 18:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin fer Andrias Gærdum at spæla orgul til matiné í Havnar kirkju. Andrias er av Strondum, og virkar sum urguleikari i Sjóvar kirkju. Seinastu trý árini hevur hann gingið til urguleikaralesna á Tórshavnar Musikkskúla og fekk hann PO-urguleikaraprógvið haðani í vár.

Andrias fer at spæla nøkur av teim orgulverkunum, sum hann hevur spælt til próvtøkurnar í urguspæli, meðan hann hevur lisið.

Verkini hann fer at spæla, eru Præludium og fuga í C-dur eftir Bach (BWV 531), Sonata nr. 2 í c-mol eftir Mendelsohn og Fanfare eftir enska tónaskaldinum Kenneth Leighton. Harafturat tveir urgukoralir eftir Buxtehude og dananum Peter Møller. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder