2020-01-26 20:51
Stuttfilmurin hjá Andriasi Høgenni, “Ikki illa meint”, fekk í kvøld virðisløn tá Robert-virðislønirnar vórðu handaðar.
Saman við fýra donskum filmum var hann tilnevndur í stuttfilm-bólkinum, og endaði við at vinna. Á leið 80 prosent av tí, sum verður sagt í filminum er á føroyskum.
Hetta er ikki fyrsta virðislønin, sum “Ikki illa meint”, fær. Í fjør vann hann bæði Geytan og Canal+ virðislønina á Semaine de la Critique á filmstevnuni í Cannes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald