Innanlands

Andstøðan fundast um samgongumøguleikar

Á fundi seinnapartin umrøddu andstøðuflokkarnir møguleikar fyri samgongu

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-01 22:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Formenninir í andstøðuflokkunum hittust seinnapartin at práta um møguleikar fyri samgongu. Longu beint eftir formansumfarið í sjónvarpinum í gjárkvøldið, avtalaðu teir at stinga høvdini saman at kanna møguleikarnar.

In.fo skrivar í kvøld, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum enn einaferð heitir á Aksel V. Johannesen at leggja mandatið frá sær, soleiðis at andstøðuflokkarnir fáa skipað samgongu.

Bárður á Steig Nielsen er opin fyri øllum møguleikum, og sigur við in.fo, at hann hevur kallað nýggja tingbólkin hjá Sambandsflokkinum saman fyrrapartin í morgin.

Andstøðan skal aftur seinnapartin í morgin fundast um samgongumøguleikar.

Fólkaflokkurin gjørdist á valinum í gjár størsti flokkur við 24,5 prosentum av atkvøðunum og átta tingsessum. Sambandsflokkurin fekk 20,3 prosent av atkvøðunum og sjey tingsessir. Miðflokkurin fekk tveir tingsessir og Sjálvstýri ein tingsess.

Sí eisini:

Jørgen Niclasen: Man blívur bara, glaðari, glaðari og glaðari

Bárður á Steig Nielsen: Aksel átti at lagt frá sær

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder