Bretska tjóðartingi hevur fyri løtu síðan samtykt eitt uppskot sum útsetur atkvøðugreiðsluna hjá Boris Johnson.
Les meira: Bretska undirhúsið samtykt broytingaruppskot
Sambært tí uppskotinum, so skulu allar viðkomandi lóggávur koma uppá pláss áðrenn atkvøðast kann um skilnaðaravtaluna.
Boris Johnson gjørdi enn einaferð greitt eftir atkvøðugreiðsluna fyri løtu síðan, at hann ætlar ikki at biðja ES um longda freist, og hetta finst andstøðan at.
Leiðarin í Labour, Jeremy Corbyn, biður forsætisráðharran umhugsa sína støðu um, at hann ikki vil samráðast við ES um longda freist.
Leiðarin hjá skotska tjóðskaparflokkinum SNP í Westminister, Ian Blackford, spyr tingformannin, hvat man kann gera fyri at fáa forsætisráðharra at yvirhalda landsins lógir.
Hann sigur, at Johnson heldur “at hann er hevjaður yvir landsins lógir”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald