Innanlands

Andstøðan mælir til ókeypis sálarhjálp til børn og ung

Pengapungurin hjá foreldrunum skal ikki vera avgerandi fyri hjálpini halda Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-05 13:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannessen og Sirið Stenberg frá ávikavist Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi lagt fram uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

Uppskotið byggir á eina heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum í oktober í fjør varð handað táverandi landsstýriskvinnuni við heilsumálum. Flokkarnir, sum nú eru í andstøðu mæla landsstýrinum til tryggja ungum ókeypis og lættari atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.

Í heildarætlanini verður víst á, at tað eru greiðar ábendingar um, at talið økist á børnum og ungum, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar.

Arbeiðsbólkurin skrivaði, at ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava verið støðugt vaksandi seinastu árini, og hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at tað eru børn og ung, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar, og at tey sum er, ikki altíð fáa neyðugu hjálpina.

Tinglimirnir í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum halda, at niðurstøðan skal takast í størsta álvara, og at tíðin er komin til at børn og ung fáa ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

Uppskotssetararnir halda, at vit eiga at stremba eftir, at sálarlig heilsa verður javnsett við likamliga heilsu. Hetta uppskotið er ein liður í hesum máli. Uppskotið leggur upp til, at landsstýrið tekur støðu til, um børn og ung skulu hava ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder