Stutt eftir, at nýggja uppskotið til eina skilnaðaravtalu millum Bretland og ES varð almannakunngjørt, verður tað vrakað av bretsku andstøðuni.
Formaðurin í andstøðuflokkinum Labour, Jeremy Corbyn, heldur, at nýggja avtalan, sum Boris Johnson hevur fingið í lag við ES er uppaftur verri enn avtalan hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Theresu May, sum varð vrakað tríggjar ferðir í bretska undirhúsinum.
- So vítt eg veit, er avtalan hjá Johnson verri enn tann hjá Theresu May. Avtalan selur burtur av okkara rættindum, okkara verju og okkara heilsuverki. Uppskotið savnar ikki tjóðina og eigur at verða avvíst, skrivar Jeremy Corbyn á Twitter.
Norðurirski stuðulsflokkurin hjá stjórnini, DUP tekur heldur ikki undir við avtaluni.
Les eisini: Norðurírar taka ikki undir við Brexit-avtaluni
Liberaldemokratarnir, ið stríðast ímóti brexit, finnast eisini at avtaluni.
Leiðarin hjá liberaldemokratunum, Jo Swinson sigur sambært Politiken, at nýggja avtalan hjá forsætisráðharranum, Boris Johnson fer at skaða búskapin, almennu tænasturnar og umhvørvið.
Nicola Sturgeon, forkvinna í Skotska Tjóðskaparflokkinum, SNP sigur, at tey fara at atkvøða ímóti nýggju avtaluni.
At andstøðuflokkarnir siga seg fara at atkvøða ímóti nýggju avtaluni kann gera tað trupult hjá Boris Johnson at fáa avtaluna góðkenda í tjóðartinginum.
Í september varð ein nýggj lóg samtykt, sum noyðir Boris Johnson at biðja ES um at fáa freistina fyri brexit útsetta enn einaferð, um bretska tjóðartingið ikki í seinasta lagi leygardagin hevur góðkent eina skilnaðaravtalu við ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald