Uttanlands

Andstøðan yvirtekur í Polandi

Alt bendir á, at Donald Tusk aftur verður forsætisráðharri eftir valið sunnudagin

Donald Tusk, annar frá vinstru, verður helst forsætisráðharri í Polandi aftur (Mynd: EPA)

Donald Tusk, annar frá vinstru, verður helst forsætisráðharri í Polandi aftur (Mynd: EPA)

2023-10-17 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast sitandi stjórnarflokkur í Polandi framvegis er størsti flokkur eftirvalið sunnudagin og gjørdist størsti flokkur við yvir 35 prosentum av atkvøðunum, so bendir alt á, at flokkurin, tjóðskaparkonservativi  flokkurin Lóg og rættvísi, missir stjórnarvaldið.

Teir tríggir andstøðuflokkarnir, liberalkonsservativi borgarapallurin, kristdemokratiski triðja leiðin og sosialdemokratiski vinstriflokkurin, vunnu valið, og fara at skipa stjórn.

Hesir flokkar fingu ávikavist 30,7, 14,4 og 8,6 prosent av atkvøðunum og harvið meiriluta í tjóðartinginum.

Og alt bendir á, at tað verður Donald Tusk, frá borgarapallinum sum aftur gerst forsætisráðharri. Hann sat sum forsætisráðharri frá 2007 til 2014 og var eisini ES-forseti frá 2014 til 2019.

Danmarks Radio skrivar, at hetta merkir, at umstríddu ætlanirnar um at broyta polsku rættarskipanina verða støðgaðar.

Í staðin verður Poland endurskaptur sum ein modernaður statur við óheftum dómarum, óheftum miðlum og javnrætti fyri øll, skrivar dr.dk.

Teir tríggir flokkarnir eru ósamdir um fleiri mál, men eru eisisini samdir um at fáa onnur mál ígjøgnum. Og tað snýr seg um at havna rættarnýskipanini, at almenna kringvarpið TVP aftur kann borðreiða við kritiskum journalistikki, at nútímansgera abortlóggávuna og fyrireika rættindi til LGBT+persónar.

Spurningurin nú er bara hvussu lætt hetta verður eftir átta ár við flokkinum Lóg og rættvísi hvørs hugburður hevur breitt seg í embætisverkinum og almennu umsitingini yvirhøvur.

Valið vísir, at Poland er eitt klovið land. Í eystara parti av landinum velja tey Lóg og rættvísi, meðan veljararnir í vestara parti hava valt andstøðuflokkarnar. Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, skrivar DR og í summum málum eru partarnir beinleiðis fíggindasinnaðir móti hvørjum øðrum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder