Uttanlands

Andy Burnham bjóðar Keir Starmer av

Í dag er tjóðartingsval í einum valdømi í Manchester. Borgarstjórin í Greater Manchester stillar upp, og fer eftir formanssessinum í Labour og harvið eisini forsætisráðharrasesinum

Andy Burnham (Mynd: Oli Scarff/AFP/Ritzau Scanpix)

Andy Burnham (Mynd: Oli Scarff/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-18 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt spennandi val er í Onglandi í dag – eitt val, ið kann fáa avleiðingar fyri arbeiðaraflokkin Labour, og serliga fyri formann floksins og forsætisráðharran, Keir Starmer.

Keir Starmer hevur verið fyri nógvum mótgangi síðani stóra ósigurin hjá Labour á lokalvalunum herfyri. Roknað var við, at Starmer fór at leggja frá sær, men hann hevur síðan boðað frá, at hann ætlar sær at stríðast víðari.

Men enn hava tað ikki verið mótvalevni til at gerast forfólk í flokkinum. Maðurin, sum verður mettur at hava best møguleika fyri at kunna bjóða formanninum av, verður hildin at vera Andy Burnham, sum í fleiri ár hevur verið borgarstjóri í Great Manchester.

Andy Burnham hevur drúgvar royndir í tjóðartinginum, men valdi fyri tíggju árum síðani at leggja frá sær fyri at heldur royna at gerast borgarstjóri í Greater Manchester.

Fyri at stilla upp, sum mótvalevni hjá Keir Starmer sum forfólk og harvið eisini sum stjórnarleiðari, krevst, at talan er um ein lim í bretska undirhúsinum.

Herfyri boðaði núverandi tjóðartingslimurin, umboðandi valdømið Makerfield í Greater Manchester, Josh Simmons, frá, at hann leggur tingsessin frá sær. Og valskipanin í Bretlandi er so, at tað skal haldast umval, hóast tað er mitt í einum valskeiði.

Og Simmons hevur als ikki fjalt yvir, at orsøkin til at leggja frá sær er at geva Andy Burnham møguleikan fyri at koma í Undirhúsið aftur.

Og nú hevur borgarstjórin gjørt av at stilla upp. Men fyri at fáa Starmer av pinninum, krevst sjálvandi fyrst, at hann verður valdur í Undirhúsið. Størsti kappingarneyti hansara av teimum 13, sum stilla upp, verður mettur at vera umboðið hjá Reform UK, Robert Kenyon. Tað skrivar BBC.

Andy Burnham verður mettur at vera millum best umtóktu politikararnar í Bretlandi. Og nú eru eisini kreftir í gongd at fáa hann at stilla upp til formansvalið í Labour.

Skal val av formanni í Labour haldast, so krevur tað, at minst 20 prosent av tjóðartingslimunum hjá flokkinum krevja hetta. Og so skal eitt mótvalevni sjálvandi eisini vera. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder