Innanlands

Anelia vann 40.000 fyri ritgerð

Hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi

Anelia Blagoeva Philbrow her saman við Chick Collins, rektara á Fróðskaparsetrinum (Mynd: Rósa Egholm / setur.fo)

Anelia Blagoeva Philbrow her saman við Chick Collins, rektara á Fróðskaparsetrinum (Mynd: Rósa Egholm / setur.fo)

2021-11-30 11:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Anelia Blagoeva Philbrow hevði besta íkastið úr Føroyum í danskari ritgerðarkapping millum lesandi. Í gjár vann hon heiður og 40.000 krónur fyri sína MA-ritgerð um burðardygga ferðavinnu.

Ferðavinnan í Føroyum hevur sum kunnugt náttúruna í sínum miðdepli, og seinastu árini hevur alment kjak verið um fría gongd í haga øðrumegin og rættindini hjá bóndum hinumegin.

Anelia Blagoeva Philbrow, sum hevur lisið West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt MA-ritgerð um, hvussu vit við samstarvi og samávirkan kunnu finna semjur á ferðavinnuøkinum. Og í gjár fekk hon heiðursløn frá danska Undirvísingar- og granskingarstýrinum fyri bestu ritgerð úr Føroyum.

Ritgerðin eitur "Understanding Sustainable Tourism (Practices) Through Governance Perspective. Spanning Structural Holes with Closed for Maintenance – Open for Voluntourism".

Dómsnevndin skrivar í síni grundgeving fyri at velja ritgerðina hjá Aneliu soleiðis:

Anelia Blagoeva Philbrow behandler, på baggrund af grundigt research, en ny og kompleks problemstilling på Færøerne, som politikere og andre ansvarlige aktører i den nye turismeindustri på Færøerne kan lære meget af, i fasen og processen, hvor man etablerer dette forholdsvis nye erhverv, således at man kommer godt fra start.

Emnet er topaktuelt og taler lige ind i konteksten og forvirringen omkring, hvorvidt turisme har legitimitet i befolkningen, og især imellem jordejere og fæstebønder på Øerne. Bagsiden af turisme, slid på naturen og hvorvidt turisme i et så lille område som Færøerne er bæredygtig, eller ikke, bliver grundigt belyst, analyseret og vurderet. Anelia Blagoeva Philbrow har med metodisk omhyggelighed formået at indsamle omfattende empiri, som bliver behandlet med et relevant og varieret teoriapparat.

Ny viden og forslag til redskaber, der er fundet frem i dette speciale, kan med lethed overføres, tilpasses og anvendes i lignende sårbare naturområder, der skal anvendes til turisme i Rigsfællesskabet.

Talgilt tiltak varð hildið seinnapartin í gjár ávikavist í Føroyum, Grønlandi og í Danmark, og Hans Müller Pedersen, stjóri á Útbúgvingar- og granskingarstýrinum, og Martin Breum, journalistur og rithøvundi, vóru vertir.

Í Føroyum var lítil samkoma á Setursskrivstovuni, har Chik Collins, rektari, og familja hjá Aneliu luttóku.

Eftir handanina segði Anelia Blagoeva Philbrow, at hon heldur, at kappingin hevði givið sær gott høvi at fáa áhugaverda og týðandi gransking fram í ljós. Hon er glað fyri heiðurslønina og ta góðu vegleiðingina og álitið, hon hevur fingið á Setrinum, meðan hon hevur arbeitt við ritgerðini.  

Kelda: setur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder