Mentan

Anfinn & Co á Summar Festivalinum

Anfinn Nielsen syngur fangandi og festligar sangir um húkin, gubban og Sirkus Tinganes á Summar Festivalinum í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-07-27 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Anfinn & Co. verða við á Summar Festivalinum í ár.

Anfinn Nielsen, klaksvíkingur búsitandi í Nólsoy, hevur síðani áttati árini latið føroyingum fangandi og undirhaldandi sangir.

Nógvir av sangunum hava verið sonn plettskot bæði við orðum og løgum – hugsa bara um sangirnar »Í skúri«, »Sirkus Tinganes«, »Gubbi og eg«, »Lítli Fuglur«, »Summar«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Ein glavir havnamavir«. 

Anfinn & Co. spæla sjáldan á konsert, men teir koma við sterkastu manning á Summar Festivalin at framføra allar teir góður – og stundum prikandi – sangirnar.

Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum, og kenna vit Anfinn og hansara fólk rætt, verður tað ein bæði festlig og lívlig konsert.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder