Mentan

Anfinnur heldur fram sum formaður í navnanevndini

Navnanevnd vald fyri nýtt fimm ára skeið

Anfinnur Johansen

Anfinnur Johansen

2019-03-11 15:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði heldur fram sum formaður í Navnanevndini.

Navnanevndin varð seinast vald 1. februar í 2014, og skal sambært lógini setast av nýggjum fimta hvørt ár. Tað er landsstýriskvinnan við heilsu- og innlendismálum, sum formliga setur umboðini í nevndini.

Í Navnanevndini sita tríggir limir og tríggir varalimir, valdir soleiðis: Formaðurin í nevndini, sum skal vera málfrøðingur, verður valdur eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Prestafelag Føroya og Mentamálaráðið mæla til hvør sín lim og varalim.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett hesar limir í Navnanevndina:  

  • Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, formaður, og Katrin Næs, cand. phil. í føroyskum og miðnámsskúlalærara, sum varalim.
  • Heri J. Joensen, sóknarprestur, nevndarlimur og Mariu J. Niclasen, sóknarprestur, varalimur
  • Hanna Ovadóttir, lærari, limur og Magni Joensen, lærari, varalimur

Uppgávan hjá nevndini er at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a.

Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkennast

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder