Angelina Jolie, sum m.a. er kend úr filmum sum "Maleficent", "Tomb Raider", og "Mr. & Mrs. Smith" noktaði í fleiri ár at brúka sosialu miðlarnar, men fyri fáum døgum síðani fekk hon sær kortini ein vanga á Instagram.
Orsøkin er eitt bræv, sum 46 ára gamla sjónleikarakvinnan hevur fingið frá einari dulnevndari tannáringagentu í Afghanistan. Hetta brævið hevur hon so deilt á Instagram.
– Afghanska fólkið missir í løtuni møguleikan at samskifta á sosialu miðlunum og møguleikan at tala frítt. So eg eri komin á Instagram at deila teirra søgur og røddirnar hjá teimum, sum kring heimin stríðast fyri teirra grundleggjandi mannarættindi, skrivar Angelina Jolie m.a.
Í brævinum, sum er skrivað við hond, og sum Angelina Jolie hevur deilt myndir av, skrivar afghanska gentan m.a. um, hvussu støðan var, áðrenn Taliban tók valdið í landinum, og at hon stúrar fyri, at hon nú fer at missa síni rættindi.
– Vit høvdu øll rættindi. Vit kundu verja okkara rættindi, men tá teir komu, vórðu vit øll bangin fyri teimum, og tað kenst, sum dreymar okkara eru horvnir.
– Vit kunnu ikki koma út. At lesa og arbeiða er langt burtur. Summi siga, at Taliban er broytt, men tað trúgvi eg ikki.
Í skrivandi stund hava góðar 3,3 mió. fólk dámt dagføringina á Instagram, og samstundis hevur Angelina Jolie eisini sett nýtt met á sosiala miðlinum.
Angelina Jolie er nú tann, sum hevur verið skjótast at fingið eina mió. fylgjarar á Instagram, skriva fleiri miðlar.
Tað tók henni bert tríggjar tímar, og harvið hevur hon sligið metið hjá m.ø. sjónleikaranum Rupert Grint, og náttúrugranskaranum David Attenborough, sum vóru ávikavíst fýra tímar og ein minutt, og fýra tímar og 44 minuttir um at koma uppá milliónina.
Tað var fríggjadagin, at Angelina Jolie stovnaði Instagram-vangan, og í skrivandi stund hevur hon 7,6 mió. fylgjarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald