Innanlands

Angus Tórshavn letur upp í nýggjum hami

Angus letur upp aftur mánadagin. Pylsuvognurin á keiini og nýggja útvið-matstaðið Mungo lata eisini upp skjótt í sama bygningi

(Mynd: Angus Tórshavn)

(Mynd: Angus Tórshavn)

2021-07-09 13:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum fleiri ivaleyst hava lagt til merkis, hevur Angus í Havn verið stongt vegna umvælingar síðan tíðliga í vár. Tað eru ikki smáar umvælingar, sum eru gjørdar. Angus er gjørt heilt um, og tvey nýggj matstøð eru løgd aftrat sama bygningi.

- Eftir langa bíðitíð, er tað ein sonn fragd at síggja, at Angus í Havn nú letur upp í nýggjum hami mánadagin 12. juli, sigur leiðarin, Sally Rasmussen.

- Føroyingar kunnu veruliga gleða seg til at royna tey nýggju, stásiligu hølini, sum bæði eru blivin størri og ljósari, enn tey vóru frammanundan.

Sally sigur, at tey gomlu hølini trongdu til eina kerliga hond, og við nýggju hølunum ber til at taka ímóti fleiri viðskiftafólkum.

- Við stóru hølunum kunnu vit eisini taka ímóti størri bólkum, og tað er sera viðkomandi, tá ið tað er onkur, ið skal hátíðarhalda ein serligan dag.

Tað sæst, at Angus stendur tætt við havnarlagið, tí hølini eru prýdd við reipum, ið sipa til tað maritima. Hetta verður undirstrikað við listaverkinum hjá Tóroddi Poulsen av bingjuskipinum, sum hongur við tey stóru, flottu vindeyguni.

- Tað eru lokal listafólk, Tóroddur Poulsen, Tróndur Patursson og Hansina Iversen, ið prýða veggirnar hjá Angus Tórshavn, og vit eru sera errin av, at vera í so fínum selskapi her á havnarlagnum. Soleiðis fáa viðskiftafólkini veruliga okkurt til allar sansir.”

Hóast nýggju hølini, so er innihaldið tað sama, sum viðskiftafólkini kenna, ”Tað var ikki neyðugt at broyta innihaldið, og sum amerikumenn siga: ”If it ain't broke, don't fix it’, og tað hava vit hildið okkum til. Tó hava vit lagt okkurt nýtt og spennandi afturat matskránni, so heildarupplivingin kann gerast enn betri.”, sigur Sally.

Hini nýggju matstøðini bíða tó nakað enn.

- Pylsuvognurin á kaiini, letur sjálvandi uppaftur til stóra frøi hjá fleiri, veit eg. Hetta verður eisini í nýggjum hølum, men við somu matskrá, og hetta kunna vit um, tá tað nærkast sigur Sally.

So er tað nýggja útvið-matstaðið, Mungo, sum eisini letur upp í sama bygningi.

- Fólk kunnu gleða seg til eina fjølbroytta útvið-matskrá, og vit gleða okkum til at avdúka, nær tað letur upp, sigur Sally.

Hóast Angus ikki letur upp fyrr enn mánadagin, ber longu til at bíleggja sær borð á angus.fo.

Angus í Klaksvík verður somuleiðis umvælt í hesum døgum og skal eisini skifta høli.

- Angus í Klaksvík fer at vera har Jackson stóð fyrr, og vit gleða okkum til, at hølini vera klár, so viðskiftafólkini har norðuri eisini kunnu fáa líka góða heildaruppliving, sigur Sally, og leggur aftrat, at tey fara ikki at bíða leingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder