Allan desember mánað hevur ein serstakur jólafilmur verið at sæð á húsavegginum á ráðhúsinum í Runavík.
Síðani 1. desember hevur býráðshúsið verið nýtt sum filmslørift. Tá tendraði nevniliga fyrsti animatiónsfilmurin, sum er partur av jólahugnanum í økinum.
Leygardagin verða so fýra nýggir filmar lagdir afturat og uttandura filmssýningin heldur fram inntil 6. januar 2020.
Fastur táttur hevur verið at pynta økini í kommununi við smærri jólatrøum og perum. Jólamenninir vitja, stóru jólatrøini verða tendrað og brandbilurin vitjar í fleiri bygdum. Harumframt hava Jólaskipið, Jól í Gamlavegi á Skála og ikki minst Jólabygdin í Æðuvík verið við at skapa lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi.
Í ár hevur kommunan so roynt at skapa øðrvísi lív í býnum við tí, sum nevnist 'Projection mapping' ið á ein serstakan hátt varpar animatión og aðrar litfagrar sýningar á eina 3D flatu, sum í hesum føri er ein stórur húsaveggur.
Fyrst animatiónsfilmurin tendraði 1. desember og nú verða so 4 stuttir animatiónsfilmar lagdir afturat.
Tað er Visit Runavík sum í samstarvi við Steingrund Akustik, Tectonic og Turfroofproductions standa fyri verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald