Mentan

Anja Johannesen vann 170.000 krónur: - Nú eri eg málleys

Hon koyrdi alt í bláa leypin og vann

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2021-07-02 21:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Anja Johannesen í Vági hevur eitt gott kvøld í kvøld. Veðrið er framúr, men mín sann um hon ikki eisini vann 170.000 skattafríar krónur í Gekkinum.

Hon ringdi inn við fullari plátu, og fekk møguleikan at deila upphæddina í trý, ella satsa alt upp á ein leyp. Anja valdi at gera tað seinna og koyrdi alt í bláa leypin, og rætt gjørdi hon.

Í fyrsta snari rakti hon nevniliga bláa leypin.

170.000 krónur eru akkurát livnar tínar, Anja. Hvat sigur tú, spurdi gekkaverturin, Petrina Berg, hepna vinnaran.

- Nú eri eg málleys. Eg veit ikki hvat eg skal siga. Hesum hevði eg ikki roknað við, segði ein ovfarin Anja Johannesen í honum.

Næsta fríggjadag er Gekkurin 100.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder