Menningarstovan Visit Vágar hevur sett Anju Magnussen í starv sum ferðavinnumennari, og hon hevði sín fyrsta starvsdag týsdagin 7. mai.
Anja er 28 ára gomul og er ættað úr Sørvági. Hon hevur eina bachelor í samskifti og talgildum miðlum, umframt ein kandidat í samskifti frá Aalborg Universitet.
Anja er komin úr einum starvi við ábygd fyri innanhýsis burðardyggari menning hjá landbúnaðarfyritøkuni AGRI NORD. Harumframt hevur hon drúgvar starvsroyndir frá sølu- og kundatænastudeildini hjá Atlantic Airways, skriva Sørvágs kommuna og Vága kommuna.
Hjá Visit Vágar fer Anja at hava ábyrgd av ymiskum menningarverkætlanum. Visit Vágar arbeiðir eftir eini strategi um at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra. Her koma fakligu førleikarnir og starvsroyndirnar hjá Anju til sín rætt, og við hennara hollari vitan í burðardygd ætlar hon at leggja dent á at menna ferðavinnu økið við einum burðardyggum sjónarmiði.
Visit Vágar er eitt samstarv millum Vága kommunu og Sørvágs kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald