Mentan

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Fernisering verður sunnudagin 8. september klokkan 16, og framsýningin verður hangandi uppi fram til 11. oktober

2019-09-05 21:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 8. september letur listaframsýning hjá Anker Mortensen upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Til ferniseringina, sum verður klokkan 16, kemur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu at halda røðu og Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleiki.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður eisini møguleiki fyri at heilsu uppá listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 11. oktober.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin millum klokkan 14 og 17 mánadag til fríggjadag, og sunnudagar millum klokkan 14 og 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder