Mentan

Anker Mortensen sýnir fram í Glyvra kirkju

Listamaðurin greiðir sjálvur frá síni list í sambandi við føstugudstænastuna í annaðkvøld

2026-02-17 14:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í annaðkvøld, 18. februar klokkan 20, verður listaframsýning í Glyvra kirkju í sambandi við føstugudstænastuna. Anker Mortensen, listamaður, sýnir fram.

Listamaðurin fer at hugleiða um myndlist sína undir gudstænastuni.

Í bókini “Anker Mortensen - Tað andaliga í málninginum” verður sagt:

“Anker Mortensen yrkir myndir; myndir hansara eru málaðar yrkingar, poetiskar tulkingar í sinninum, sum møtir veruleikanum, tískil “abstraktar”. Tær avspegla ljósið, vindin, angan, ljóð, litfatan, tað ber eisini til at rópa tær kosmiskar”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder