Danski Ankerstjerne verður á pallinum í Vágsbotni 27. juni komandi ár.
Tað boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
– Ankerstjerne er ein óvanliga dugnaligur rappari, sangari og framleiðari. Stroymingstænasturnar tala sítt greiða mál. Bara á Spotify hevur hann hálva millión av mánaðarligum lurtarum, og løg hansara hava fleiri milliónir av stroymingum.
Síðani Ankerstjerne debuteraði í 2011 varð tað øllum greitt, at talan er um eitt ekseptionelt talent. Tónleikur hansara hevur eitt altjóða støði, og hann gjørdist skjótt so væl umtóktur, at hann framførdi oftast trý kvøld um vikuna.
– Hann framførdi so nógv, at einaferð í 2016, tá hann fór av einum palli, segði hann við seg sjálvan: “Eg fari ongantíð aftur á ein pall”. Hann vildi bara arbeiða í upptøkuhølum og saman við sjónvarpsframleiðsluliðum. Og soleiðis var heilt fram til í fjør, tá neistin aftur kyknaði, og hugurin til liveframførslur aftur vaknaði. Tá útgav hann lagið “Børn af natten” sum gjørdist eitt risahitt, og verður heilt nógv spælt enn.
– Hann er ein risi innan danskan popptónleik. Hann hevur útgivið og samstarvað við flest øll tey stóru á danska tónleikapallinum. Nøvn sum Burhan G, Rasmus Seebach, Nik og Jay og mong, mong onnur kunna nevnast sum samstarvsfelagar. Fleiri av hittunum hjá omanfyrinevndu eru skrivað og framleidd av Ankerstjerne, skriva fyriskiparar av Voxbotn.
– Tað verður ein risa poppveitsla tá Ankerstjerne kemur at framføra á Voxbotn 2026. Maðurin er í toppformi, tí hann framførir til hópin av risa tiltøkum í summar.
– Ankerstjerne er meira enn ein poppkongur í Danmark, tí umframt at rappa og framleiða nútímans tónleik, er hann kendur frá sjónvarpsrøðini X-Factor har hann hevur verið dómari saman við Oh Land og Thomas Blackman.
Frammanundan er greitt, at Aphaca, Byrta, Ugly Kid Joe og Páll Finnur Páll koma at framføra á OY Voxbotn 2026.
Atgongumerki til Voxbotn 2026 kunnu keypast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillett.fo.
Voxbotn 2026 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, Betri Trygging, Eta, Burger King, Magn, Red Bull, Coca Cola, Hoyrnina og Nema.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald