Ann Andreasen úr Klaksvík, sum í 30 ár hevur verið fyristøðukvinna fyri barnaheimið í norðurgrønlendska býnum Uumannaq, hevur fingið enn eitt herðaklapp fyri arbeiðið hon ger fyri at hjálpa børnum, sum eru illa fyri.
Í gjár varð hon kosin ”Årets Ildsjæl” tá Danmarks Radio býtti út P2 Prisen í Musikkens Hus í Aalborg.
Talan er um heiðurslønir, sum verða givnar fyri klassiskan tónleik.
Í sínum sosialpedagogiska arbeiði á barnaheiminum í Uummannaq brúkar Ann Andreasen nógv tónleik, tað verði seg alt frá klassiskum tónleiki til siðbundnu grønlendsku trummuna.
So at siga øll børnini, sum eru á barnaheiminum duga at spæla upp á minst eitt ljóðføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald