Fríggjadagin helt Barnatannrøktin hjá Tórshavnar fráfaringarsamkomu í grannahølunum, Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Orsøkin var, at tvey av starvsfólkunum fóru frá vegna aldur, og at ein kundi halda 25 ára starvsdag.
Anna Malena Berg gavst í tannarøktini eftir 42 ár í starvi á tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu. Tað er ikki so langt síðani, at Anna fekk Dronningens Fortjenestemedalja fyri 40 ára trúgva tænastu.
Nú gevst hon so. Áðrenn Anna kom í starv hjá kommununi, varð hon útlærd klinikassistent hjá navnframa tannlæknanum Magnus Jensen, sála. Anna starvaðist á tannlæknastovuni í Varðagøtu frá 1968 til 1973. Sostatt hevur Anna alt í alt verið innan tannrøktina í samfull 47 ár nú hon leggur frá sær.
Frá vinstru Gunvør Balle, Peddy Dánjalsdóttir Davidsen og Sigrid Arge (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Hitt starvsfólki, sum nú eisini leggur frá sær, at rannlæknin Peddy Dánjalsdóttir Davidsen, sum hevur verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu síðan 2004.
Nú Peddy fer frá fyri aldur, er tað aftaná at hava starvast sum tannlækni tilsamans í 45 ár harav 15 tey seinastu av árunum hava verið á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu.
Áðrenn Peddy kom til Havnar at starvast arbeiddi hon í 30 ár í Danmark, fyrst í Odense kommunu, síðani Rødovre kommunu og at enda 28 ár í Ballerup kommunu.
Frá vinstru Gunvør Balle, Anna Magnussen og Sigrid Arge (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Á hátíðarhaldinum vóru eisini handaðar blómur til Annu Magnussen, sum hevur starvast í tannarøktini í 25 ár.
Anna Magnussen byrjaði sum klinikkassistentavloysari 15. aug. 1994. Í juni 1995 varð hon sett í fast starv í barnatannrøktini. Anna hevði longu áðrenn hetta drúgvar royndir sum klinikkassistentur – ella, sum tað nú nevnist, tannatstøðingur. Hon varð útlærd frá tannlæknastovuni hjá Esther og Kristian Djurhuus í 1978, og arbeiddi har frá 1974 til 1985. Tá valdi Anna at vera heima hjá børnunum meðan tey vóru smá.
Í barnatannrøktini byrjaði Anna at arbeiða saman við Katrin Reinert, tannlækna. Síðani 1996 hevur Anna samstarvað við Sigrid Arge, leiðara av barnatannarøktini.
Tað var Gunvør Balle, varaborgarstjóri, sum handaði blómur vegna Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald