Innanlands

Anna Falkenberg næstforkvinna í Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin hevur landsfund í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-03-15 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna er nú næstforkvinna í Sambandsflokkinum.

Á landsfundi hjá flokkinum í SALT í dag var m.a. val av forfólki og næstforfólki á skránni, og fyri løtu síðani varð greitt, at Anna Falkenberg hevði vunnið við 20 atkvøðum.

Sitandi næstformaðurin, Helgi Abrahamsen, fekk 16 atkvøður.

Bárður á Steig Nielsen, formaður, hevði einki mótvalevni, og heldur tí fram sum formaður.

Dagførd kl. 10.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder