Innanlands

Anna, Jóna, Jonhard og Sørin vórðu heiðrað

Hátíðarhald hevur verið í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fýra starvsfólkum, sum nú eru farin frá fyri aldur

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2023-11-23 19:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin var hátíðarløta í Víkingahúsinum í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fýra starvsfólkum, sum nú eru farin frá fyri aldur. Tað skrivar eysturkommuna.fo.

Talan er um Onnu Djurhuus, Jónu Jacobsen, Jonhard Joensen og Sørin S. Djuurhus, ið hava havt ymisk størv í kommununi.

Borgarstjóri byrjaði við at siga nøkur orð og takkaði teimum øllum fyri drúgva tænastu, áðrenn Per Martin Gregersen handaði Onnu Djurhuus, Jónu Jacobsen og Jonhardi Joensen hvør sín vakran málning, sum Sámal Toftanes hevði málað av heimbygdunum hjá teimum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: Eysturkommuna

Eysturkommuna skrivar víðari, at Sørin S. Djuurhus fekk handað Dronningens Fortjensmedalje fyri trúfasta tænastu. Sørin hevur starvast innan tilbúgvingina hjá Eysturkommunu (og Gøtu Kommunu) í samfull 43 ár, harav 16 ár sum leiðari. 

Í grundgevingini frá Kongshúsinum varð sagt, at Sørin hevur verið við til at hildið ein høgan standard, bæði fakliga og persónliga. Hetta hevur gjørt sítt til, at arbeiðsumstøðurnar hava verið góðar og at eitt sera gott samanhald er millum starvsfólkini. 

Til ber at síggja fleiri myndir á eysturkommuna.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder