Nevndin í Mentanargrunninum hevur tikið avgerð um at veita Onnu Katrin Ø. Egilstrøð, Sakarisi Fríða Stórá og Maritu Dalsgaard listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burtur av við ávíkavíst yrkistónlist, -filmslist og - palllist.
Grundgevingin hjá tónlistaligu faknevndini fyri at tilnevna Onnu Katrina Ø. Egilstrøð er soljóðandi:
“Verkætlanirnar hjá Onnu Katrin Ø. Egilstrøð eru fjølbroyttar og umfatandi … og fevna um arbeiðstíðina 3 ár og 11 mðr. Tað er avgjørt neyðugt við stuðli fyri at kunna realisera hetta. Hon nemur við evnir so sum náttúruna, tað menniskjaliga, tað ómenniskjaliga, dreymar, veruleika, rútmisk mynstur, maskulinitet, ein minimalistiskan heim, umhvørvið og veðurlagsbroytingar, nærumhvørvið, sálarligar avbjóðingar, sálarløstir, vakurleika, myrkur, ótta, nærveru, sorg og mannfrøði. Faknevndin metir eisini, at umsøkjarin avgjørt hevur teir neyðugu fakligu førleikarnar at fremja hesar verkætlanir í verki, bæði tá ið hugsað verður um hennara útbúgving og hennara royndir og avrik higartil. Listaliga góðskan hevur higartil verið sera høg, og tað vænta vit eisini av hennara komandi verkætlanum.”
Í tónlistaligu faknevndini sótu: Edith Dahl Jakobsen og Torleik Mortensen.
Grundgevingin hjá pall- og filmslistaligu faknevndini fyri at tilnevna Sakaris Fríða Stórá er soljóðandi:
“Sakaris Fríði Stórá fer undir “fleiri lovandi verkætlanir … Sakaris fortelur søgur um, hvussu støðan í Føroyum er í dag. Hetta eru tiltrongdar søgur, og har eru fáar aðrar listaligar røddir í Føroyum, ið hava hugin, talentið og førleikarnar til at realisera hesar verkætlanir. Sakaris arbeiðir við einari listagrein, ið tekur tíð, og hann søkir tí um stuðul til arbeiðsfrið og tíð til at hugsavna seg um sína list. Hansara verkætlanir hava ein internationalan profil, og saman við fleiri útlendskum samstarvsfeløgum siktar hann eftir at finna inn til eitt føroyskt filmsmál, sum er serstakt í altjóða høpi. Vit meta, at har er stórur kjansur fyri, at filmarnir hjá honum kunnu røkka langt.”
Grundgevingin hjá pall- og filmslistarligu faknevndini fyri at tilnevna Maritu Dalsgaard er soljóðandi:
“Marita hevur víst seg sum eitt drivið og arbeiðssamt talent, ið hevur gongd í fleiri verkætlanum um hugtakandi evnir. So at siga allar verkætlanirnar hjá Maritu hava ein samfelagsrelevans, og har eru fleiri spennandi prosjekt, sum kunnu elva til kjak, dialog og provokera. Sumt snýr seg um at endurskoða grundvøllin í okkara fatan av, hvat Føroyar eru. Hetta eru afturlítandi søgur um, hvussu vit kunnu endurspegla okkum í okkara felags fortíð. Eisini verða onnur evnir viðgjørd, sum tað sjáldan verður varpað ljós á.”
Í pall- og filmslistarligu nevndini sótu: Kristina Sørensen Ougaard og Andrias Høgenni.
Umsóknir á høgum stigi
Inn komu 15 umsóknir, og torført hevur verið at tikið dagar ímillum dygdargóðu listafólkini, ið arbeiða á høgum stigi. Samstundis frøast vit um tað fjølbroytni og tann gróður, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum, skrivar Poul F. Guttesen, formaður í nevndini fyri Mantanargrunnin í tíðindaskrivi.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkini skulu í einum trý ára skeiði arbeiða burtur av við síni list. Listafólkalønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald