Mentan

Konan við hestunum og aðrir serligir føroyingar

Green Renaissance hava gjørt fýra hugtakandi stuttfilmar um serligar føroyingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-11-17 16:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Anna Louisa Joensen, sum brúkar tað mesta av frítíð síni upp á føroysk ross, verur eisini kallað konan við hestunum.

Verkætlanin Green Renaissance hevur verið í Føroyum og gjørt ein fittan film um hana og tríggjar aðrar føroyingar, sum hava eina serliga søgu at fortelja.

Umframt filmin ”Brink of Extinction” um Anna Louisu og føroysku rossini, sum mundu doyð út, er filmurin ”Love is Essential” um Ole Jakob Nielsen, dreyaran við filthattinum í Leynum, ”Well Preserved” um Ingrid Holm og hinar morgunfrúurnar í Sandagerði og ”Island of Plenty” um Evu úr Dímun, bóndakonuna í Dímun.

Love is essential:

Well Preserved:

Island of Plenty

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder