2026-05-08 18:40
Nú eru nakrar vikur lidnar, síðan sera væl umtókta sendingin ”Hoydalar” gekk sína sigursgongd í Kringvarpinum, og Tvøroyrar kommuna boðar frá, at tríggir av teimum seks tónleikaspírunum fara at framføra á mentanarnáttini á Tvøroyri 29. mai.
Talan er um Onnu Lovisu Mýri, Bjarka Virgarsson Trondesen og Sophiliu Wraae Mukisa.
Ungu tónleikaspírarnir, í sera væl framleiddu sendingini, tóku so at siga alt landið á bóli, við sínum framúrskarandi evnum at tulka gamlar landaplágur. Tey koma at framføra nøkur av løgum teirra á stóra pallinum í miðbýnum.
Júst nær hetta verður á pallinum, verður kunngjørt tá skráin er fullfíggjað, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald