Í gjár var hátíðarhald í Perluni, sum Sinnisbati skipaði fyri á árliga Altjóða Sálarheilsudegnum tann 10. oktober.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, handaði ársins Sálarheilsuvirðisløn 2020, sum í ár fór til Onnu Maluna Jógvansdóttir.
- Fyri tykkum, ið hava sálarligar avbjóðingar, ger tað stóran mun bara at fáa eitt gott og upplyftandi orð við á vegnum. Hetta hava vit øll brúk fyri, men serliga tit, ið frammanundan føla tykkum at hava eina tunga byrðu at bera, segði Kaj Leo Holm Johannesen í røðu.
Anna Malan Jógvansdóttir er rithøvdundur og listakvinna. Hon hevur millum annað givið út fleiri yrkingasøvn. Í 2019 gav hon út bók, har hon greiðir frá um lívið við psykosu. Í bókini vísir hon á ein heim, sum tey fægstu kenna. Her letur hon almenningin fáa innlit í ein gerandisdag við sorg, gleði, vreiði, vónloysi og vón, stendur í grundgevingini.
Við sínum listaligu gávum megnar Anna Malan at traðka fram og siga frá sárbarum støðum og tabuiseraðum evnum, har hon umvegis listini varpar ljós á, hvat psykosa er, og hvussu - í hinum endanum - ber til at koma fyri seg aftur sum eitt heilt menniskja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald