Mentan

Anna Margit var fyrsta pisan á Glasi

Fekk húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum miðnámi á Glasi

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2020-06-17 17:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár fekk Anna Margit Gotved Petersen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum miðnámi á Glasi.

Tað skrivar Glasir á heimasíðuni.

Anna Margit, sum hevur gingið í 17b, var uppi í samfelagsfrøði, og hon fekk ein góðan og væl uppibornan enda á trimum árum á Glasi.

[object Object](Mynd: Glasir)

Hon er fyrsta pisa í síðsta árganginum, sum byrjaði í Hoydølum og fyrsta pisa í einum ári og próvtøkutíðarskeiði, sum hevur verið heilt øðrvísi enn øll onnur ár.

- Korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og alt tað, sum hevur merkt várið fær tó ikki tikið nakað av gleðini á stóra degnum, tá húgvan kemur á høvdið, skrivar Glasir.

Les eisini: Fyrsta pisan á Kambsdali floygd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder