Mentan

Anna Sofía Skoradal syngur fyri á lagi hjá MonkeyRat

“The Child” er yrking, sum Anna Iachino skrivaði sum ungur tannáringur

2022-03-14 22:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“The Child” eitur nýtt lag hjá bólkinum MonkeyRat, ið verður útgivið á Tutl í næstum. Tað er Anna Sofía Skoradal, sum syngur á hesum lagnum.

Anna Iachino skrivaði yrkingina “The Child” sum ungur tannáringur, tá hennara dreymur um at gerðast dansari bleiv lagdur í oyði orsaka av religión og mentan. 

Hetta er tann einasta yrkingin sum Anna megnaði at goyma øll hesi árini, inntil  tónaskaldið Arnold Ludvig fann hana og komponeraði tónleik til hana.

Tá Anna bleiv spurd hvørji orð skuldu lesast upp hennara vegna til jarðarferðina hjá móðir hennara, kom hon í tankar um yrkingin “The Child”, tí yrkingin minti hana um sinnið hjá mammuni, sum hevði demens, loksins fræls til at úttrykkja seg við látri, sangi og lógvabrestum fyri øll at hoyra og fagna.

“The Child” er fyrsti elektroniski sangur hjá MonkeyRat, komponeraður einans á Ableton Live av Arnold Ludvig og sungin av “up-and-coming”-rísiandi stjørnuni Onnu Sofíu Skoradal.

Hin 26. februar verður møguligt at hoyra henda sangin framførda live, tá MonkeyRat við Onnu Sofíu Skoradal framføra á Copenhagen Winter Jazz Festival. 

Sjangran er electropop, innspælt og mixað av Arnold Ludvig. Kurt Uenala hevur gjørt eyka mix. Uenala er grammy-tilnevndur framleiðari, sum fyrr hevur arbeitt við Depeche Mode.

Lagið kann hoyrast á Soundcloud

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder