
50 ára gamla føroyska byggifyritøkan, J&K Petersen Contractors, hevur annað árið á rað svørt tøl á botnlinjuni. Úrslitið fyri skatt gjørdist 7,5 milliónir krónur
Byggifyritøkan J&K Petersen Contractors hevur í dag havt aðalfund.
Annað árið á rað kundi aðalfundurin góðkenna ein roknskap við yvirskoti. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist í 2024 7,5 milliónir krónur, og er hetta nakað betri enn í fjør, tá úrslitið áðrenn skatt var 7,2 milliónir krónur.
Árini 2023 og 2024 hava verið merkt av ætlanini at venda gongdini, sum leiðslan setti í verk í 2022.
Átøkini, sum hava verið framd, hava givið góð úrslit, og við úrslitinum fyri 2024 er eginogn felagsins komin upp um 50 milliónir krónur.
- Úrslitið fyri 2023 var í ávísan mun ávirkað av kapitalpostum og frásølu av aktivum. Verður hugt at roknskapartølunum fyri 2024, er positiva úrslitið grundað á ein betraðan rakstur. Rakstrarúrslitið er betrað 2,8 mió kr., hóast nettosølan er minkað 24,2 mió kr., skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini.
- Betraða rakstrarúrslitið hevur viðført, at gjaldføri felagsins er batnað munandi. Rakstrarvirksemi felagsins hevur givið ein positivan peningastreym á 15,9 mió, og hevur hetta viðført, at gjaldførislutfall felagsins nú er á einum nøktandi støði.
- Vit eru sera fegin um, at vit megnaðu at halda fast um góðu gongdina, sum vit eisini sóu í fjør, og at felagið framhaldandi skapar positivt úrslit, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann í tíðindaskrivi stutt tekur saman um virksemið hjá J&K Petersen í 2024.
Hini í nevndini eru Klaus Rasmussen, Ragnhild Petersen og Karl Andrias Petersen. Tey fýra tóku øll við afturvali og halda sostatt fram í nevndini.
Sigtór A. Petersen, sum tók við sum stjóri í 2022, sigur, at tað eru nógv og góð fólk, sum hava verið við til at vent gongdini hjá felagnum.
- Vit eru sera takksom fyri framúr hugburðin, sum starvsfólkahópurin hjá okkum hevur sýnt. Talan hevur verið um nógvar og stórar broytingar, og hesar vóru ikki gjørligar uttan ein eldhugaðan og væl virkandi starvsfólkahóp, sigur Sigtór A. Petersen.
Hini í leiðslubólkinum eru Anna Kalsø, sum er varastjóri og menningarleiðari, og Jákup Mørk, sum er fíggjarleiðari.
Umleið 135 fólk starvast hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald