Innanlands

Annar dagur uttan koronatilburð

Nú er talið á smittaðum komið niður á 17

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-16 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur millum tær 423 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Og við tað, at 11 persónar vórðu staðfestir frískir aftur, er talið av smittaðum persónum í Føroyum nú komið niður á 17.

55 fólk eru framvegis í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder