Norska løgreglan hevur nú formliga skrásett málið um Anne-Elisabeth Hagen sum eitt óloyst drápsmál.
Løgreglan hevur skrásett drápsdagin at vera tann dagin, hon hvarv úr heimi sínum.
Tað var um morgunin 31. oktober í 2018, at kona norska milliardinginum Tom Hagen, hvarv úr heimi sínum, og síðani hevur eingin hoyrt nakað frá henni.
Í 14 mánaðar hevur norska løgreglan roynt at loyst málið, men nú verður hon formliga skrásett sum deyð. Málið er nú skrásett sum eitt óloyst drápsmál, og er hetta 34. málið av hesum slagnum síðan 1991.
Norska løgreglan sigur tó, at tey ikki vita við vissu, at Anne-Elisabeth Hagen veruliga er deyð.
– Vit staðfesta ikki, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, men vit hava arbeitt útfrá tí grundarlagnum síðan summarið 2019. Sum málið er nú, meta vit tað tí vera natúrligt, at hon verður skrásett undir óloyst dráp, sigur Tommy Brøske, politiinspektørur, sambært B.T.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald