2020-03-07 20:40
Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi hava í dag innstillað Anne Mette Greve Klemensen til embætið sum sóknarprestur.
Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni í dag.
Tríggir umsøkjarar vóru til embætið. Prestagjaldið fevnir um tvær kirkjusóknir, og tær eru kirkjurnar í Nólsoy og Dómkirkjan.
Anne Mette varð prestvígd í Havnar kirkju í januar 2011 og tók við kallinum í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Dómprósturin skipar Anne Mette í embætið við hámessuna í Havnar kirkju tann 19. apríl. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald