2022-05-25 07:42

Týskvøldið tók Fuglafjarðar býráð avgerð um at seta Annfinn Hjelm í starvið sum fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.
Annfinn Hjelm er 45 ára gamal, og hann hevur útbúgvig sum búskaparfrøðingur og master í leiðslu. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum fíggjarleiðari frá ymiskum størvum í Føroyum, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Annfinn Hjelm byrjar í starvinum sum fíggjarleiðari 7. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald