Innanlands

Annfinnur er farin til verka

Leiðarin fyri nýggja mentanarhúsið í Klaksvík er alment byrjaður í starvinum í dag. Varpið stendur eftir ætlan liðugt í fyrru hálvu av 2023

45-ára gamli Annfinnur Heinesen uttanfyri nýggja Mentanarhúsið, sum er í gerð beint við Posthúsið mitt í Klaksvík (Mynd: klaksvik.fo)

45-ára gamli Annfinnur Heinesen uttanfyri nýggja Mentanarhúsið, sum er í gerð beint við Posthúsið mitt í Klaksvík (Mynd: klaksvik.fo)

2022-11-01 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annfinnur Heinesen hevur í mong ár verið virkin innan list í Føroyum og hevur millum annað eisini verið stjóri á Føroya Fólkaháskúla í fimm ár. 

Fyrr í ár varð hann settur sum leiðari í Varpinum, ið er nýggja mentanarhúsið í Klaksvík, og í dag er hansara fyrsti starvsdagur.

Klaksvíkar kommuna skrivar um Annfinn, at hanm er ættaður úr Klaksvík, er 45 ár og býr í Havn.

- Hann hevur holla útbúgving og leiðsluroyndir, drúgvar royndir á palli, er góður fyrisitari og formidlari. Eisini hevur Annfinnur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Den Danske Scenekunst-uddannelse, og hevur hann starvast innan mentanarøkið í mong ár, harav 5 ár sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar eisini, at Annfinnur Heinesen hevur góð boð uppá, hvussu Varpið kann gerast eitt livandi og fólksligt hús, ið hann nú fer at leggja lunnar undir.

Fyrsta tíðin snýr seg um fyrireiking. Mentanarhúsið er komið væl áleiðis, men tað verður ikki tikið í nýtslu í ár. Tað verður einaferð í fyrru hálvu av 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder