Innanlands

Annfinnur Garðalíð afturvaldur

Hann fer harvið undir sítt áttanda ár í sessinum - hetta er greitt, eftir at Føroya Skipara- og Navigatørfelag í dag hevur havt aðalfund og nevndarfund. Ein broyting er í nevndini, ið telur ellivu mans

Arnfinnur Garðalíð og næstformaðurin Elias Zachariasen hava verið í sessunum síðani 2014 (Mynd: Sverri Egholm)

Arnfinnur Garðalíð og næstformaðurin Elias Zachariasen hava verið í sessunum síðani 2014 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-28 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur í dag havt aðalfund á Hilton Garden Inn í høvuðsstaðnum, har formaðurin seinastu sjey árini, Annfinnur Garðalíð, varð afturvaldur at standa á odda fyri felagnum komandi árið. Ein nevndarlimur segði seg frá, og í hansara stað er Finnbogi Berg nývaldur.

Hesum boðar FSN frá í tíðindaskrivi seinnapartin. 

Sum siður er, hava manningarfeløgini aloftast aðalfund millum jóla og nýggjárs, tí tá eru flestu limirnir heima í jólafrí. Hetta er eisini galdandi fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Formaðurin verður ikki valdur á sjálvum aðalfundinum, men verður valdur av nevndini, boðar felagið frá, og á nevndarfundinum beint eftir aðalfundin varð sitandi formaður, Annfinnur Garðalíð, afturvaldur sum formaður fyri komandi árið.

- Hann fer sostatt undir sítt áttanda ár sum formaður fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Somuleiðis var Elias Zachariasen afturvaldur sum næstformaður í felagnum. Eins og formaðurin varð hann eisini valdur sum næstformaður í 2014. 

Hinir í nevndini eru Kristen Friis, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe, Niels Jørgen Nielsen, Anfinn Fagraklett, Jóhan Eli L. Poulsen, Jón Bogi Guttesen, Kristian Oskar Henriksen og Finnbogi Berg. Síðstnevndi er nývaldur og er komin í nevndina fyri Leiv Christiansen, ið ikki ynskti at stilla uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder