Annfinnur Heinesen, sum í summar gavst sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla, fer nú aftur at gera um seg á leikpalli.
Tjóðpallur Føroya boðar á heimasíðu síni frá, at tey arbeiða við einum nýggjum leiki, sum fær frumframførðslu fyrst í januar mánaði.
Og tað er Annfinnur Heinesen, sum leikstjórnar. Hann hevur eisini sjálvur týtt handritið og spæir við.
Talan er um leikin ”Kynstrið at verða eydnusamur – 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru”.
Leikurin byggir á eina bók hjá Arthur Schopenhauer, sum livdi frá 1788 til 1860.
Tjóðpallurin sigur soleiðis um leikin: Kennir tú onkran sum er eitt sindur ó-eydnusamur? Ella kundi tú hugsað tær at verið eitt pinkalítið sindur meira lukkulig/ur? Fyrst í januar 2020 hevur ”Kynstrið at verða eydnusamur” frumsýning á Tjóðpallinum. Ein kolasvørt sjálvhjálps-komedia, sum byggir á eina bók eftir týska heimsspekingin Arthur Shopenhauer, og gevur áskoðarunum 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru …
Rune David Grue hevur skrivað leiklitið í fríari tulking av bókini ”Die Kunst, glücklich zu sein: Dargestellt in fünfzig Lebensregeln” hjá Arthur Schopenhauer (1788-1860).
Leikarar eru Gunnvá Zachariassen, Birita Adela Davidsen og Annfinnur Heinesen. Edward Fuglø hevur gjørt pallmyndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald