Mentan

Anni Haraldsen í Ribarhúsi

Framsýningin við áseymaðum myndum letur upp sunnudagin og hongur til 9. apríl

2024-03-19 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin, pálmasunnudag, letur upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við áseymaðum myndum hjá Anni Haraldsen.

Anni er fuglfirðingur, men er búsitandi í Svendborg í Danmark. Seinastu árini er hon farin at brúka alt meira tíð upp á útinna sína serliga listagávu, sum er at gera áseymað listaverk. Oftast er tað føroysk landsløg og bygdaløg, men eisini persónslýsingar.

Listaframsýningin í Ribarhúsi letur upp pálmasunnudag klokkan 15, tá Bárður á Lakjuni eisini fer at undirhalda við sangi og spæli.

Framsýningin hongur uppi til 9. apríl. Hon er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til 16, leygardagar kl. 11 til 14 og páskadagarnar kl. 14 til 17.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder