Innanlands

Annika atkvøður fyri sammóður-lógunum

Nú er spurningurin um samgongan er slitnað ella ikki

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-13 16:20 Author image
Ingi Samuelsen

Øll trý málini viðvíkjandi sammóðurskapi eru júst samtykt við aðru viðgerð í løgtinginum.

Tá atkvøtt varð vísti tað seg, at fólkaflokskvinnan Annika Olsen, eins og sambandsmaðurin Johan Dahl, atkvøddu saman við andstøðuni.

Sostatt vóru málini samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Hetta merkir, alt annað líka, at samgongusamstarvið er slitnað. Miðflokkurin hevur áður boðað frá, at um hetta mál varð samtykt, so er ongin samgonga longur.

Málini - tvey av teimum - skulu hava eina viðgerð afturat í tinginum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald