Innanlands

Annika Biskopstø virkandi borgarstjóri í Klaksvík

Karl Johansen er burturstaddur komandi tvær vikurnar

Annika verður borgarstjóri komandi tvær vikurnar (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Annika verður borgarstjóri komandi tvær vikurnar (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2025-03-03 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi tvær vikurnar er Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, burturstaddur, og tí er Annika S. Biskopstø virkandi borgarstjóri í hansara stað, boðar kommunan frá í dag.

Annika Biskopstø tók fyrstu ferð sæti í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi í valskeiðnum 2021-2024. Annika er fyrstvaldi býráðslimur á Tjóveldislistanum við 200 persónligum atkvøðum.

Umframt at vera varaborgarstjóri, er Annika S. Biskopstø eisini forkvinna í trivnaðarnevndini Børn og Ung.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder